see this page in englishin English
Høvuðsstuðlar
Vodafone
Atlantic Airways
Aðrir stuðlar
Skálkur
Lýsarar
U17: Føroyar–Cornhill BC 6-0 (1-0)

Seinasti dysturin hjá U17 liðnum í Aberdeen var móti Cornhill BC. Úrslitið gjørdist heili 6-0 til okkum og var tað ikki eitt mál ov nógv. Støðan í hálvleikinum var 1-0. Málið skoraði Jóhan á Plógv við brotssparki í 18 min. Talan var um einvegis ferðslu allan fyrra hálvleik, og vit kundu lættliga verið frammanfyri við fleiri málum. Seinni hálvleikur líktist fyrra hálvleiki. Munurin var, at nú skoraðu vit upp á málmøguleikarnar. 6 min. inn í seinna hálvleik økti Rasmus Dan Sørensen til 2-0. Aftan á næsta málið skrædnaði tað fullkomiliga hjá Cornhill BC. Í 11 og 14 min. skoraði Ári Danielsen til 3-0 og 4-0. Í 16 min. gjørdi Andrias H. Eriksen tað til 5-0 og í 20 min. skoraði Ragnar Tausen til endaligu støðuna 6-0.

Dysturin fekk ein sera bráan enda. Aftan á okkara sætta mál (15 min. eftir av dystinum) fór venjarin hjá Cornhill BC til fjórða dómaran og spurdi, um dómarin kundi floyta dystin av. Grundgevingin fyri hesum var, at hansara leikarar ikki høvdu nakra orku eftir. Eftir prát millum venjarar og dómaran bleiv dysturin blástur av.

Eftir 13 dagar við nógvari venjing og heilar 8 dystir hava dreingirnir fingið nógv burturúr. Leygardagin verður farið í býin at keypa og um kvøldið verður samkoma, har steyp og heiðursmerkir verða handað. Ferðalagið verður aftur í Føroyum sunnudagin.

U17: Føroyar–Cornhill BC 6-0 (1-0)
Liðið: Eli Leifson Nolsøe, Jóhan á Plógv, Eirikur Magnussarson (Bárður Guttesen), Allan Hansen, Rói av Fløtum, Ragnar Tausen, Brandur Suðuroy (Jákup S. Olsen), Magnus Egilson (Hørður Askham), Marcus Clementsen (Kári Hvannastein), Ári Danielsen og Rasmus Dan Sørensen (Andrias H. Eriksen).

Nýggjastu tíðindi
06-09-2010Lutakast í samb. við forsøluna til landsdystin ímóti Serbia
06-09-2010Rundskriv KN 03 03.10
04-09-2010U21 landsliðið fingu 11 stig í undanumfarinum
03-09-2010Sølubúð í teltinum við Tórsvøll
02-09-2010úttøkuvenjing til U17 landsliðið
02-09-2010Serbiska landsliðið havt venjing og tíðindafund í kvøld
02-09-2010Atgongmerkjasølan til A-landsdystin millum Føroyar og Serbia
02-09-2010Útsettir dystir í 1. deild hjá monnum
02-09-2010KÍ vann Blaðberasteypið 2010
01-09-2010Finalan um Blaðberasteypið 2010
31-08-2010Landskronadysturin í týskum sjónvarpi
31-08-2010Broytingar á U21-landsliðnum
FSF.fo - Støður Vodafonedeildin 2010
nr. lið d stig
1 NSÍ 20 40
2 HB 20 38
3 EB/Streymur 20 34
4 Víkingur 20 34
5 ÍF 20 34
6 B36 20 27
7 B68 20 23
8 B71 20 17
9 FC Suðuroy 20 14
10 AB 20 11
1. deild menn 2010
nr. lið d stig
1 07 Vestur 20 42
2 20 40
3 TB 21 39
4 HB 21 33
5 EB/Streymur 20 32
6 NSÍ 20 25
7 Víkingur 20 25
8 AB 20 23
9 FC Hoyvík 20 20
10 B68 20 3
1. deild kvinnur 2010
nr. lið d stig
1 17 47
2 AB 17 40
3 Skála 17 25
4 Víkingur 17 19
5 EB/Streymur 16 10
6 MB 16 2
EM 2012 - undankap.
nr. liðd stig
1 Estland1 3
2 Serbia0 0
3 Slovenia0 0
4 N. Írland0 0
5 Italia0 0
6 Føroyar1 0
U21 EM Undank. 2011
nr. liðd stig
1 Russland8 21
2 Rumenia8 21
3 Føroyar9 11
4 Moldova8 10
5 Lettland8 9
6 Andorra9 1
 
Fótbóltssamband Føroya, Gundadalur, Postrúm 3028, FO-110 Tórshavn
Telefon: 351979   Telefax: 319079
t-post:fsf@football.fo
Time: 1,84